KÍ spældi í kvøld seinna dystin í 2. umfari í Champions League, har BK Häcken tóku ímóti teimum bláu úr Klaksvík.
Tað var Árni Frederiksberg, sum legði KÍ á odda eftir 17. min. KÍ vóru tó ikki leingi á odda, og eftir 24. min. javnaði Tobias Sana til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Amor layouni legði heimaliðið á odda 2-1 eftir 49. min. Árni Frederiksberg javnaði til 2-2 eftir 55. min. Sum eisini gjørdist úrslitið aftaná 90. min. Tí skuldu liðini út í longdu leiktíð.
Ibrahim Sadiq skoraði til 3-2 eftir 105. min, og mundu tey flestu nokk halda tá, at heimaliðið fór at vinna dystin. KÍ vildi ikki geva upp, og skoraði Árni Frederiksberg til 3-3 eftir 109. min.
Liðini skuldu tí út í brotssparkskapping har KÍ vann 4-3.
Hetta er søguligt kvøld í føroyskum fótbólti, og vit ynskja KÍ hjartaliga tilukku.
KÍ skulu nú møta Molde í 3. umfari í Champions League.
KÍ tekur móti Molde á Tórsvølli týskvøldið 8. august - vøllurin við Djúpumýrar er ikki góðkendur til meira enn 2. umfar. Útidysturin verður 15. august í Molde.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald