Seinni hálvleikur var ikki meira enn settur í gongd, tá kom eitt gott inlegg frá Árna Frederiksberg, sum Deni Pavlovic setti fótin á og 1-0 til KÍ.
Men løtu seinnni í 54.minutti javnaði Slovan Bratislava við málli, sum Vladimir Weiss gjørdi og støðan 1-1.
Í 75.minutti legði Slovan Bratislava seg á odda 2-1 viið máli frá Aleksandar Caviric.
Teir seinastu minuttirnar av dystinum kundi KÍ saktans fingi javnleik, bæði eina- tvær- og tríggjar ferðir, men tað bar ikki á mál.
Kí vísti aftur í kvøld, at knotir eru í klaksvíksingum, sera flott úrslit KÍ.
UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar:
Í dag, hósdagin 21.09
Slovan Bratislava - KÍ 2-1 (0-0)
49' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 0-1
54' Vladimir Weiss 1-1
74' Aleksandar Cavric 2-1
KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Mads Boe Mikkelsen – Sivert Gussiås
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Luc Kassi, Páll Andrasson Klettskarð og Jóhan Josephsen
Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0
Liðið skal í gongd aftur skjótt. Næsti Conference League-dystir er á skránni 5. oktober. Tað er móti Lille á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald