Hettar er eitt fet á leiðini hjá THOR, at vera partur av at uppbyggja grønu og burðardyggu leiðina sum Japanska stjórnin hevur sett út í korti til 2050. Hettar skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum har havvindmyllur skulla setast upp.
THOR Wind hevur útgjørt skipið við boritornið og aðrari útgerð til endamálið. Vos Shine, ið hevur Føroyskt flagg og er heima hoyrandi í Hósvík, hevur umleið 34 fólk umborð. Skipið, ið var bygt í 2012, er 1794 bruttotons, góðar 60 metur langt og 15 metrar breitt.
Í januar skal skipið á skipasmiðju í Suður Korea har tað skal til 10 ára klassing og kemur tá at skifta navn.
THOR er ógvuliga spent uppá hesa kós og sær stórar møguleikar í hesari vinnu. Seinasta ári, gott og væl, hevur reiðaríi haft eina royndar ætlan við skipinum koyrandi fyri at meta um hetta var ein gongd leið at royna, og nú eftir einum ári, var mett at verkætlanin var so mikið búgvin at skipið skuldi keypast til endamálið. Skipið verur eftir ætlan endaliga skrásett í Føroysku skipaskránni hósdagin.
P/F Thor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald