Ítróttur

Kavin argar

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnar í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða fríggjadagin

Á Tórsvølli liggur eisini nógvur kavi í hesum døgum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Á Tórsvølli liggur eisini nógvur kavi í hesum døgum - Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-03-16 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað sær ikki út til at verða í bræði, at føroyski veturin vil sleppa. Kavin og kuldin hava meir ella minni fingið fastatøkur á fótbóltsvallunum kring landið, og aftur komandi vikuskifti fær hetta avleiðingar fyri onkrar av kappingunum.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur í fyrstu atløgu avgjørt, at 3. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fyribils er útsett.

Nærri fráboðan um, hvussu verður við dystunum í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum, sum eru á skránni leygardagin og sunnudagin, kemur væntandi tíðliga seinnapartin fríggjadagin.

Viðvíkjandi dystum í kappingunum fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder