2022-11-20 20:08
Katrin Jóhanna, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kom seinnapartin á Fuglafjørð.
Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiskað 920 tons av sild, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.
Katrin Jóhanna sleppir framat aftaná Christian í Grótinum. Christian í Grótinum sleppir framat í morgin tá ið liðugt er at landa Fagraberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald