Ítróttur

Kasper skal spæla við StÍF

StÍF hevur gjørt ein sáttmála aftrat við danskan leikaran, Kasper Sommer.

2023-09-04 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Kasper er 21 ár. Hann hevur 2022-2023 spælt við Senior HEI Håndbold 3. deild og flutti liðið upp til 2. deild. Í 2019-2022 spældi Kasper við U17-U19 Sportstar College í Ikast 1. deild A.

Hann er góður duell-leikari og hevur gott skot.

StÍF bjóðar Kasper vælkomin til besta mansliðið hjá felagnum.

StÍF hevur styrkt mansliðið við tilsamans trimum leikarum úr Danmark: Christian Bonde (strikuleikari), Mikkel Sønderaard (høgri bakkur) og Kasper Sommer (vinstri bakkur).


Myndatekstur (frá vinstru): Egi Gothard Danielsen, formaður í StÍF, og Kasper Sommer, leikari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder