FSF: – Hetta er millum størstu dystir á árinum, um ikki tann størsti, so tað verður spennandi, og eg gleði meg til uppgávuna, sigur Kári á Høvdanum, ið verður maðurin við floytuni, tá B68 og HB leygardagin 4. november fara at dystast í ársins finalu um Løgmanssteypið.
Hjálpardómarar vera Andrew Christiansen og Jan Hermansen, meðan Jóhan Hendrik Ellefsen verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Lassin Isaksen.
Talan er annars um tvey lið við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Meðan HB hevur vunnið steypakappingina hjá monnum ikki færri enn 28 ferðir síðani 1955, er hetta bara aðru ferð í søgu felagsins, at B68 er í einari steypafinalu.
Einastu ferð toftamenn hava staðið í finaluni um Løgmanssteypið var í 1995, og eins og í ár var mótstøðuliðið ta ferðina HB.
Rúni Nolsøe og Andreas F. Hansen syrgdu fyri at teir reyð-svørtu vóru á odda 2-0 í steðginum, og tá eitt lítið korter var eftir at spæla, økti Eyðun Samuelsen um leiðsluna. Lítla løtu seinni minkaði Aksel Højgaard um munin, men B68 kom ikki nærri, og dysturin endaði 3-1 til HB.
Atgongumerki til finaluna leygardagin 4. november fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Kostnaðurin er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn.
HB áskoðarar sita í bólkunum 101 til 104, meðan toftafólk og B68 fjepparar halda til í bólkunum 105 til 108. Síðani eru bólkarnir 114 til 116 ætlaðir uttanveltaðum áskoðarum.
Fyrrapartin hósdagin vóru beint omanfyri 1.400 atgongumerki seld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald