Vinna

Kappingarførar Føroyar – nýggj vinnusjónarmið á Vinnudegnum

Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnger nýggj vinnusjónarmið á Vinnudegnum.

2022-09-23 13:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í mong ár hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast eftir einum dagførdum vinnupolitikki frá politiska myndugleikanum.


Endamálið við vinnusjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er at vísa politisku skipanini á tilmælir til skattapoli­tikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, fíggjarpolitikk, orku­poli­tikk, umhvørvispolitikk, út­búgving­ar­politikk o.a., so yvirskipaðu vinnupoli­tisku málini verða rokkin við størst møguligum smidleika.


Tilmælini hava eisini atlit at serligum viðurskiftum, sum eyðkenna føroyska samfelagsbúskapin. Tey taka støði í tí veruleika, vit liva og virka í, men tey eiga samstundis at vera haldfør fleiri ár frameftir, sama, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.


Eftir fyrilestrar og kjak í Norðurlandahúsinum er Føroya Arbeiðsgevarafelag um kvøldið vertur fyri hátíðarveitslu á bryggjarínum OY, sum heldur til í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi. Í veitsluni fara vit at hátíðarhalda Ársins Virki og Vinnuátakið við røðum, mati og drekka, tónleikaframførslum og øðrum góðum.


Vinnudagurin verður um eina viku, fríggjadagin 30. september.





Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. september.



 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder