Vinna

Kalsoyarleiðin hevur framvegis vøkstur

Ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini økist alsamt.

2023-01-10 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á ovaru talvuni síggja vit hagtøl fyri Kalsoyarleiðina, Mikinesleiðina, Fugloyarleiðina og um Flogvøllin fyri árini 2014, 2018, 2019 og 2022 og procentbýtið millum árini 2019 (áðrenn korona) og 2022:



Har sæst, at ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini í 2022 er økt við 4% í mun til 2019, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini og um Flogvøllin er næstan komið uppá tað sama sum í 2019. 

Á Mikinesleiðini væntar nógv í at koma uppá sama støðið sum 2019. 


Á niðaru talvu sæst, at øll tøl á Kalsoyarleiðini eru munandi økt síðan standmyndin av Kópakonuni varð reist í 2014 á helluni í Mikladali. Og minnissteinurin um James Bond, sum varð reistur í 2022 á Kallinum norðanfyri Trøllanes, hevur uttan iva økt um talið av vitjandi  í oynni í 2022, sum er tað hægsta nakrantíð.

Ferðafólkatalið sjóvegis økist øll árini, ferðafólkatalið við bussleiðini er fleirifaldað - serliga síðan koyringin varð dagførd í 2019 - og bilatalið er økt  øll fyrstu árini, men er (tíbetur) minkað nakað aftur orsakað av eini betri bussleið til og frá SAM.
Í 2022 hava aðrir privatir bussar eisini koyrt á Kalsoynni, so ferðafólkatalið við bussi er væl meira, enn talvan vísir. 

Vinarliga

Visit Kalsoy sp/f

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder