Mentan

Kaldbaksfólk fáa ítróttar- og borgarahøll

- Við høllini, sum vit eisini kunnu rópa eitt borgarahús, fáa kaldbaksfólk nýggjar og hóskandi umstøður til alskyns endamál, bygdini at frama. Umframt at vera ítróttahøll verður eisini møguligt at hava størri og smærri felagstiltøk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá reisigildi varð hildið seinnapartin.

2023-09-09 09:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tórhavn.fo

Borgarstjórin helt stutta røðu, tá fólk komu saman seinnapartin at hátíðarhalda reisigildið. Heðin Mortensen segði m.a.:

- Góðan dag øll somul og vælkomin til reisigildi her í Kaldbak, nú fløggini veittra fyri nýggju høllini í bygdini, sum nú er reist.

- Ynskið um høll í Kaldbak man vera líka gamalt, kanska eldri, enn kommunusamanleggingin millum Kaldbak og Havnina.

- Nógv menning hevur tó eisini verið í bygdini hesi ár, men hetta eina málið – høllin við ymsum hentleikum og møguleikum til felagslív í bygdini, hevur ligið á láni.

- Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og samgongan øll, hava arbeitt miðvíst við júst hesi verkætlanini, og samtykt varð í býráðnum, at nú skuldi høllin byggjast og neyðuga fíggingin varð fingin til vega.

- Og nú nærkast av álvara, so at vit næsta summar kunnu taka bygningin í nýtslu.

- Flestu bygdirnar í kommununi hava okkurt slag av bygdarhúsi ella felagshøli, sum fólkið staðnum hava brúkt til alskyns høvi. Í Kaldbak hava skúlin, kirkjan og Nazareth verið karmar um felagslív, men ikki til beinleiðis til ítrótt ella størri veitslur og samkomur.

- Við høllini, sum vit eisini kunnu rópa eitt borgarahús, fáa kaldbaksfólk nýggjar og hóskandi umstøður til alskyns endamál, bygdini at frama. Umframt at vera ítróttahøll verður eisini møguligt at hava størri og smærri felagstiltøk.

- Høllin er skamt frá skúlanum, og ætlanin er eisini at byggja nýggjan frítíðarskúla og ungdómsklubb við síðuna av høllini og skúlanum, so hetta alt kann verða savnað á einum stað, her fótbóltsvøllurin eisini er. Eisini børnini í barnagarðinum fara at fáa ágóðan av høllini.

- Aftrat høllini eru umklæðingarrúm við tilsamans 8 brúsum, og ein annrættarkøkur, har til ber at kóka ein kaffimunn og annars at savnast til prát, ja, eitt lítið undirhús ella eldratilhald kundi tað saktans verið.

- Høllin er sjálvandi eisini eitt ítróttahús. Her ber til hjá teimum ungu at royna seg, men eisini kann tað verða eldrafimleikur og heilsuvenjingar hjá ungum og gomlum, kvinnum og monnum.

- Sjálv høllin er umleið 230 fermetrar og við hjárúmum er bygningurin tilsamans 512 m2. Gólvið verður útgjørd og strikað bæði til flogbólt, hondbólt, kurvabólt og badminton.

- Í høllini kunnu sita umleið 200 fólk til veitsluhald. Og man ikki fara at verða so, at borgarafundir í Kaldbak, sum ofta eru lívligir, fara at verða hildnir her, tað vænti eg.

- Fyri okkum á Vaglinum hevur havt stóran týdning, at byggingin er í góðum lokalum hondum. Staðbundna nevndin og áhugaði kaldbaksfólk annars hava ráðgivið og sett ynski fram, hvussu høllin skal virka.

- Og tað er kaldbaksfyritøkan ÁTS Sp/f við Karstini Vang, sum stendur fyri sjálvari byggingini. Arbeiðið byrjaði av álvara í mars, og sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður í juli 2024.

- Undirveitarar hjá ÁTS eru Andrias Berg, sum hevur jørðarbeiðið, Renovent hevur HVS arbeiðið, EL.FO ehvur elarbeiðið, Jón við Neyst hevur málaraarbeiðið, SD Gólv hevur gólvarbeiðið, og HTH køkar tekur sær av køkinum.

- Góðu tit øll. Eitt reisigildi er eitt vegamót í byggingini, har bygningurin hevur fingið skap. Nú gleða vit okkum til, at byggingin verður liðug. Bygningurin er sjónligur, tá vit koyra hinumegin fjørðin, og liggur væl í lendinum, og tá ið frítíðarskúlin verður bygdur, verður hetta økið at rokna sum miðstaðurin í bygdini.

- Eg fari her at takka tykkum øllum, sum komin eru her í dag, og øllum tykkum, sum við dugnaskapi byggja og standa fyri byggingini. Eg skal býráðsins vegna ynskja tykkum bestu eydnu við arbeiðinum víðari, og at gangast má tykkum øllum væl.

a person standing on a road with construction vehicles in the background

a man shaking another man's hand

a group of people in a room

a person sitting on a chair

a group of people in a room

wood

housing

a grassy area with a structure in the back

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder