Vinna

KAF ræðist skipaða arbeiðstíð

Maskinmeistarafelagið lat onnur krøv víkja og hugsavnaði seg um arbeiðstíðsreglur í sínum seinasta semjuuppskoti í samráðingunum við KAF um nýggjan sáttmála fyri SEV og IRF. Tað bleiv vent í hurðini, og í staðin spældi KAF út við einum uppskoti um at gera enda á verkfalsrættinum. Tað uppfataði Maskinmeistarafelagið sum eina reina provokasjón, og illviljan ímóti greiðum arbeiðstíðsreglum sær felagið sum eitt tekin um, at KAF vil hava fríar ræsur einsamalt at stýra arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum

2024-07-28 14:24 Author image
-
placeholder

Maskinmeistarafelagið: - Útspælið hjá KAF kom púra óvart á okkum, tí vit høvdu veruliga væntað konstruktivar samráðingar um eitt sera prinsipielt mál, nevniliga arbeiðstíðsreglur. Í staðin spæla tey út við at vilja taka verkfalsrættin frá okkum.

Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um kollsigldu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF.

Álop á verkfalsrættin

Seinasti samráðingarfundurin var 5. juli, og hann hevði bara vart í nakrar minuttir, tá samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum mátti staðfesta, at partarnir høvdu siglt seg so væl og virðiliga upp á turt, at ongin vón longur var fyri eini samráðingarloysn uttan hjálp uttanífrá. Felagið boðaði beinanvegin semingsmanninum frá og bað hann royna at mekla, men vegna summarfrí verður ongin semingsroynd fyrr enn eftir ólavsøku.

Tað, sum av álvara sannførdi felagið um, at framhaldandi samráðingar vóru nyttuleysar, var, at KAF í sínum semjuuppskoti knappliga vildi hava nýggjar ásetingar í sáttmálan um undantøk, tá arbeiðssteðgur er.

- Tað var eitt klokkuklárt álop á verkfalsrættin, sum hevði gjørt enda á honum, um vit tóku undir við tí. Tað snúið seg um undantøk, tá lív og heilsa ella samfelagsvirði eru í vanda, men øll vita, at tað onkursvegna ber til at fáa allar støður og øll viðurskifti at snúgva seg um annaðhvørt lív og heilsu ella týðandi samfelagsvirði. Vit hildu útspælið vera so provokerandi, at har var ikki meira at tosa um, tí tað kemur sjálvandi ikki upp á tal, at vit sjálvboðin fara at gera okkum inn á verkfalsrættin, sum frammanundan er avmarkaður í ríkiligt mát, sigur Arnfinn Bech.

Arbeiðstíðsreglur hægstu raðfesting

Uppskotið hjá KAF var eitt svar uppá eitt semjuuppskot, sum Maskinmeistarafelagið hevði latið teimum nakrar dagar frammanundan – 2. juli.

Tá var Arnfinn Bech bjartskygdur um, at partarnir sjálvir fóru at megna at samráða seg til eina loysn. Felagið hevði í hvussu er gjørt av at lata alt taktiskt spæl liggja, og í staðin fyri at hava nógvar bóltar í luftini í senn hugsavnaði samráðingartoymið seg í sínum semjuuppskoti bara um tað, sum veruliga hevur hægstu raðfesting hesa ferð, nevniliga arbeiðstíðsreglur.

- Vit virða sjálvandi fult út leiðslurættin hjá arbeiðsgevarum, íroknað rættin at skipa arbeiði og arbeiðstíð. Tað einasta, vit biðja um, er, at hesin leiðslurætturin verður framdur eftir skipaðum reglum – tí tað verður hann ikki í dag.

- Í roynd og veru áttu arbeiðstíðsreglur at staðið ovast á kravlistanum í øllum okkara samráðingum og ikki bara í samráðingunum við KAF, tí so stóran týdning halda vit tað hava at hava greiðar reglur fyri arbeiðstíð generelt, og hvussu hon verður umsitin. Tað gevur til dømis lítla meining at kjakast um longd á arbeiðsviku – um hon skal vera 37 tímar ella 40 tímar – tá ongar reglur eru fyri, hvat arbeiðstíð er.

- Men vit høvdu nógvar sáttmálar at endurnýggja og byrjaðu samráðingarnar í kjalarvørrinum á verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og teimum nógvu semjunum, sum onnur feløg gjørdu beint eftir tað, og tí bar ikki so væl til at bjóða inn við víttfevnandi prinsipiellum broytingum í øllum samráðingunum.

- Vit settu okkum tó fyri, at arbeiðstíðsreglurnar skuldu á skrá í samráðingunum um SEV/IRF-sáttmálan, tí júst á hesum sáttmálaøkinum er tørvurin á greiðum arbeiðstíðsreglum mest átrokandi – ikki tí, tær høvdu sanniliga eisini komið væl við, tá vit samráddust um sáttmálarnar fyri Strandferðsluna og Havstovuna, sigur Arnfinn Bech.

Generellur trupulleiki

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum undrast á, at arbeiðstíðsreglur ikki fyri langari tíð síðan eru integreraðar í allar føroyskar sáttmálar – í hvussu er á tí almenna arbeiðsmarknaðinum.

Yvirskipaðar reglur um arbeiðstíð – til dømis tá arbeitt verður forskotið, í vaktarskipanum, við tilkallivaktum, frítíð, hvílitíð og so framvegis – eru nevniliga fastur lutur í sáttmálagrundarlagnum á arbeiðsmarknaðunum rundan um okkum. Ikki minst í Danmark, sum vit gjarna samanbera okkum við.

- Tað ger gerandisdagin so øgiliga nógv lættari, og ikki minst ger tað sáttmálasamráðingarnar lættari, tí definisjónirnar av, hvat er hvat, eru upp á pláss frammanundan, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og tillagast nýggjum semjum. Men hjá okkum flýtur alt, og nærum hvør arbeiðstími er til diskussión. Frítíðin hjá starvsfólkum verður ikki vird, og ofta hevur arbeiðsgevarin alt ov stórt ræði á henni.

- Hetta er ein generellur trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum KAF ikki einsamalt skal hava skyldina fyri, men tað er hugstoytt, at tey ikki vilja vera við til at loysa trupulleikan, tí bæði SEV og IRF eru arbeiðspláss, har næstan allar arbeiðsfunksjónir rópa eftir reglum um arbeiðstíð, tí tað ber ikki til at laga tær til vanlig 8 – 16-størv, sigur Arnfinn Bech.

KAF ræðist reglur

Í svaruppskotinum, sum KAF møtti á fundi við 5. juli, var alt, sum hevði við arbeiðstíðsreglur at gera, bara lúkað burtur – uttan tá tað galt arbeiði í vaktarskipan, har KAF hevði eitt mótuppskot, ið tó lá langt frá tí, sum Maskinmeistarafelagið ynskti. Arnfinn Bech tulkar útspælið soleiðis, at tey í KAF bara eru altrá eftir at varðveita verandi støðu.

- Tað tykist tíverri eyðsýnt, at tey als ikki eru áhugað í, at arbeiðstíðin verður definerað og skipað við greiðum reglum. Í dag eru ongar reglur, og tað ber til hjá arbeiðsgevarum uttan nakað skotbrá at flyta bæði arbeiðstíð og arbeiðsstað hjá starvsfólki, og uttan at tað kostar arbeiðsgevaranum nakað. Tað er hetta valdið á arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum, sum KAF vil varðveita, og tí ræðast tey neyvar reguleringar á økinum, sigur hann.


Arnfinn Bech, formaður, kunnar nevndina í Maskinmeistarafelagnum um støðuna. Næstir vegginum eru tað Finnur Joensen, skrivstovuleiðari, vinstrumegin, og Mortan Sólheim Thomsen, nevndarlimur. Hinumegin borðið eru tað úr vinstru Regin M. Olsen, næstformaður, Rógvi K. Hansen, nevndarlimur, og Magni G. Joensen, nevndarlimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder