Tað var Jóhannes Thomsen, ið stovnaði felagið JT electric í 1972. Talan var um eina
staðbundna fyritøku, ið gjørdi el-installatiónir og seldi el-lutir.
Nógv vatn er runnið í ánni síðan JT byrjaði. Í dag er felagið eitt altjóða felag við deildum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Pólandi. Av einum samlaðum starvsfólkahópi á 70 fólkstarvast helmingurin í Føroyum.
Alivinnan er vaksin nógv seinastu árini, og hevur JT electric lagt seg eftir at vera ein leiðandi veitari av burðardyggum vørum til alivinnuna. Talan er í stóran mun um føroyskt mentar vørur og skipanir til altjóða alifyritøkur, so sum fóðurskipanir, fóðurflakar, kamera, kamera skipanir, káplar, undirvatnsljós, oxygen skipanir og reingerðar skipanir.Felagið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til 50 ára hátíðarhald á Kambsdali hósdagin 24.
Nov. kl 14-17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald