Politikkur

Jørgen: Her er veruligi avirkslistin hjá samgonguni

Hvørji eru tey, sum veruliga fáa lættar frá samgonguni? Og hvørji eru tey, sum fáa rokning og/ella eyka gjøld? Hvørji eru tey, sum samgongan raðfestir?

2025-01-02 22:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spurningar, sum fleiri hava sett sær seinastu tíðina, tí tað er blivið alt ov dýrt hjá fólki flest at liva.

Jørgen Niclasen hevur ómakað sær og skrivað niður, allar tær rokningar ella eykagjøld, sum samgongan hevur sent borgarum og vinnu. Samstundis hevur hann skrivað niður, hvørji tey eru, sum fáa lættar frá samgonguni.

Fyrsta brot er rokning ella eykagjald, sum samgongan hevur sent okkum. Seinna brot eru tey, sum hava fingið frá samgonguni. Triðja brot eru rokningarnar til vinnuna. Seinatsa brotið er fráboðanir hjá samgonguni.

Rokning ella eykagjald fyri persónar:

  • Hækkað bensin-og dieselavgjald
  • Hækkað brennioljugjald
  • Hækkað el-prísin
  • Trýfalding av sýnsgjaldi av akførum
  • Hækkað kringvarpsgjaldið
  • Minkað stuðulin til avlamisbil
  • Hækkað egingjaldið á heilivág
  • Foreldur, sum ikki liva saman, missa bæði. Stuðul fyri barnapening og hjúnarfelagagjald missa stuðul. Úrslitið: Tann sum rindar missir, og tann sum móttekur fær minni. Barnið er taparin.
  • Fyri serlig bútilboð hækkar leigan við 20% 1. mai 2025
  • Kostur á hesum bútilboðum hækkar 36% tann 1. mai 2025
  • Sovigjald á Airbnb
  • Hækkað avgjaldið á el- og hybrydbilar.
  • Lækkað ferðastuðulin hjá arbeiðandi fólkinum.
  • Sjómannfrádrátturin er skerdur
  • Útisiglarar fingið mundandi skattahækking, tó bara tey sum sigla við norskum skipum.
  • Fólk, sum arbeiða í Norra hava av norska kursinum fingið munandi lønarlækkin, og nú fingið munandi skattahækking omaná.
  • Sum einasti bólkur, varð lestrarstuðulin ikki prístalsjavnaður í 2024
  • Tey allar lægstløntu fingið hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat valdið samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr. niður í 5.000 kr.

Tey, sum hava fingið frá samgonguni:

  • Vælbjargað hava fingið skattalætta
  • Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar,.
  • Yngri læknar hava fingið tríggjar ferðir so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar.
  • Løgmaður givið sær sjálvum fýra ferð so høga lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar.
  • Løgmaður, landstýrisfólk og teirra umsitinagar kosta í 2025 heilar 32 milliónir meira enn í 2022.
  • Sendifólk skulu, umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt.


Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:

  • Trý skattaálop eru framd á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss
  • Munandi  hækking  av  tilfeingisgjaldi  á  fiskivinnuna  og  teirra  manningar,  upp  í  36%  av landingarvirðinum, t.v.s.áðrenn hýrur og útreiðslur
  • Hækking 2 av tilfeingisgjaldinum liggur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
  • Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu - og tað meint
  • Hækkað bensin-og diesel avgjald
  • Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.
  • Hækka tungoljugjald
  • Hækka el-prísin munandi á vinnuna
  • Nýtt stórt avgjald á F-gass
  • Hækkað sýnsgjald lagt á ferðafólkabátar
  • Vinnan skal rinda fyri 5 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú
  • Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla
  • Sovigjald á hotelrúm

Fráboðaðnir frá samgonguni:

  • Ognarskatt á sethús, um eigarin ikki býr í kommununi.
  • Lækka ella taka burtur rentustuðulin
  • Hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.  

Samstundis, sum hesar raðfestingar eru, var úrslitið 425 milliónir krónur í undirskoti fyri 2023. Hallið fyri 2024 er helst á sama støði.

Umframt hesar raðfestingar ikki eru góðar fyri barnafamiljur ella vinnu, eru tær heldur ikki góðar fyri úrslitið á fíggjarlógini.

Jørgen Niclasen

Tingmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder