Mentan

Jólasmátturnar í bygdunum

Kommunan hevur ognað sær fimm jólasmáttur, sum eru settar upp í miðstaðarøkjumum í bygdunum. Tað eru næmingar á timburdeildini á Glasi sum hava evnað smátturnar til.

2023-12-09 09:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Endamálið við smáttunum er, umframt at tær hugna um saman við jólaprýddu miðstaðarøkjunum og jólatrøunum, at geva borgarum og frítíðar- og ítróttarfeløgum møguleika at lána smátturnar til tiltøk og smásølu, sum er við til at hugna um í bygdunum í jólamánaðinum.

Møguligt er at lána eina ella tvær smáttur. Tað verða tey sum tekna seg fyrst, sum fáa fyrst.

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu ber til at skriva seg upp til smáttur. Tá bíleggingin er móttikin, seta vit okkum í samband við tykkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder