2025-12-26 13:46
So halda vit aftur jól. Í grundini er tað so stórt at vit skilja tað ikki. Heldur ikki heidningar ella nakar annar átrúnaður skilir tað, at Guð elskar okkum - elskar okkum á ein slíkan hátt, at hann leið deyðan fyri okkum og gjørdi tað av fríum vilja og av kærleika.
Hugsa sær, um vit vóru vaksin upp við einum menniskjaskaptum átrúna, og so høvdu fingið at vita at vit máttu arbeiða, ofra og pína okkum fyri at fáa okkara guð at geva eftir og gerast góður av sær. Og á sama hátt sum muslimanir ikki vita um nú gud til seinast góðkennir tað, vit hava gjørt. Tað heldur Muhammed, at tann, sum doyr í jihad, hann eigur pláss í paradís óannsæð. Hugsa sær um vit vóru vaksin upp við tí fatan og trúgv at um vit sláa menniskju íhel, so er tað tryggasti vegur inn í Paradís?
Hann fekk navnið Immanuel – Guð við okkum. Ikki Guð móti okkum. Og so valdi hann at koma til okkara, ikki við at vera føddur á einum Hilton hotelli, tí har var als ikki pláss fyri honum, ikki á einari føðideild ella á einum slotti, ikki sum eitt priviligera menniskja, men sum tann fátækasti millum tey fátækastu, í einum fjósi millum húsdjórini. Hann hevði ikki nakað, ið var hansara egna. Hann var føddur í fjósinum hjá einum øðrum og doyði á krossinum hjá einum øðrum – tínum og mínum.
Eftir fatanini ár 2025, verður henda mamman ikki hildin at vera før fyri at taka sær av barninum, hon var blóðfátæk og var tí, sambart verðsligum lógum, í tí støðu at fáa barnið tikið. Men Maria vardi barn sítt so at mynduleikarnir ikki fingu fatur í tí. Saman við tí og pápanum flýddu hon undan valdinum.
Hann, ið var hin fátækasti og hin ringasti, gjørdist kortini tann, ið tey fátækastu og ringastu leita til. Tað er helst verri fyri tey, ið eru størri og týðningarmikil í egnum eygum. Skuldu tey seta seg so lágt sum hann? Men Guð hevur loynt nakað fyri vísum og vitru, og kunngjørt nakað fyri ómyndingum. Við teirra klókskapi standa tey vísu og vitru púra óvitandi og skilja einki petti, meðan fyri ómyndingum, fyri teimum við tí barnsligu trúnni, er hetta einfalt og greitt.
Jesus gjørdist bara ein flótti, tá ið hann var føddur, og seinni var hann bara sonur ein arbeiðsmann í Nasaret.
Kann ein slíkur frelsa nakran?
Kundi Guð ikki gjørt tað á annan hátt? Jú, tað kundi hann saktans. Men hann gjørdi tað á slíkan hátt fyri at øll kunnu koma til hansara. Tey smáu, tey vesaligu, tey vrakaðu og hin størsti syndarin á jørð.
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”
Og vit kunnu enntá koma til hansara um vit eru negld føst á ein kross. Tað var hann eisini.
”Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta.”
Soleiðis er tað eisini við Guðs ríki í hesum heimi. Mátturin er fullkomin í máttloysi. Síggja vit tað? Síggja vit aftur um fátæktina? Síggja vit stórleikan? Síggja vit stórleikan í tí kristindómi sum er fullkomin í máttloysi? Síggja vit í øllum hesum tað, sum Jóhannes skrivar í tekstinum omanfyri: ”Vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” ?
Síggja vit dýrd hansara – í fátæktini?
Gleðiliga høgtíð!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald