![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vit í Tjóðveldi eru ómetaliga takksom fyri tann stuðul og tað stóra arbeiðið, sum valevni, feløg, sjálvboðin, stuðlar og veljarar aftur hava víst okkum í 2022. Bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímóti.
Vit hava nú fingið eina stóra ábyrgd í landsins stjórn, og kunnu vera við til at fremja nógv bjørt mál fyri land og fólk. Hetta megna vit bert at lyfta og fremja, um vit standa saman og samskifta um loysnirnar og avgerðirnar. Og ikki enda í frástøðu millum politiskar sessir, floksarbeiði og veljarar. Tað vilja vit gera alt fyri at megna saman í 2023 og árunum, sum koma.
Vit takka enn einaferð fyri brátt farna árið.
Og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald