Vinna

Jóhanna: Tað er ein avbjóðing at hava nógv ferðamál tá ið vit hava 54.000 fólk í Føroyum

Tann 22. august varð føroysk flogsøga skrivað tá ið Atlantic Airways byrjaði nýggja flogrutu vestur um hav.

2023-09-04 09:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit vóru við á fyrsta túrinum til New York, og fingu eisini orð á stjóran í Atlantic Airways - Jóhannu á Bergi.

[object Object]

Sí eisini: Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York

Nær byrjaðu tit at hugsa um at flúgva til USA:

Tað var tá ið vit fingu Airbus320neo flogførini. Tá fóru vit at hugsa um hvat tað longsta vit kundu flúgva var.

Áðrenn hevur tað verið tað at vit hava flogið til Gran Canaria, sum svarar til 5,5 tímar. Tá fóru vit at hugsa, at tað hevði verið spennandi at byrja nýggja rutu.

Neo flogførini spara umleið 18% í brennievni, og at tað ger at vit nú klára yvir til USA.

So var avbjóðingin við flogvøllinum, at hann ikki er so langur. Tað hevur við sær, at vit ikki fáa havt fullsett flogfør.

Vit selja í mesta lagi 150 setur pr. flogfar. Men tað er eisini fínastaslag, tí hesi flogførini eru ikki gjørd til at flúgva so langar teinar. Tað ger so at ferðafólkini hava nakað av eykaplássi.

150 setur er hóast alt meira enn tey fyrstu Airbus flogførini Atlantic høvdu.

Ja heilt sikkurt, og tað er tað at man setur bara størri og størri krøv. Men tað avspeglar eisini, at tað eru fleiri fólk ið ferðast.

Nú er tað so ein dreymur ið er veruleiki at flúgva til New York.

Fyrstu NEO flogførini komu í 2019. Vit skuldu byrja at flúgva til USA í 2020, og vit høvdu gjørt alt klárt, men so kom corona. Tá høvdu vit so at siga fingu øll loyvini uppá pláss. Men tað hevur so gjørt at hesuferð eru vit ikki byrja heilt frá botni av, men hetta hevur verið ein long tilgongd.

Um vit skulu velja eitt ferðamál í Europa so tekur tað ikki meira enn nakrar fáar dagar at fáa øll loyvini uppá pláss. Í USA er tað øðrvísi.

Sí eisini: Myndir: Rundtúrur í New York

Tá ið vit stóðu á flogvøllinum áðrenn vit fóru til New York vóru hesi ferðamálini á skíggjanum á Vága Floghavn: New York, París, Barcelona, Keypmannahavn, Billund, Olso og onkur annar býur. Er tað ein stjóri ið er stoltur av sínum felagið, sum hevur so nógv ferðamál?

[object Object]

Ja eg haldi vit skulu øll verða stolt av tí, og vit byggja jú á herðarnar ið hava verið áðrenn okkum. Atlantic byrjaði í 1988, so hetta er eitt langt áramál ið man hevur arbeitt og bygt uppá allatíðina.

Versónin er at knýta Føroyar nærri umheiminum. Tað er ein avbjóðing at hava nógv ferðamál tá ið man hevur 55.000 fólk í føroyum, og tí má man eisini hava onnur fólk at ferðast fyri at kunna uppbyggja at man flýgur fleiri ferðir um vikuna og nógv ferðamál.

USA er 11. ferðamálið, men tað eru ikki øll ferðmál við flúgva til alt árið.

Vit fara so við og við at byggja USA upp. Hesuferð fingu vit tað seint út til sølu og vit mangla eisini at koma út til nakrar sølukanalir í USA. Hetta er fínt at byrja við, men so ætla vit okkum at fáa fleiri ferðafólk við í næsta ár.

Tú nevndi tað sjálv at tað er ein avbjóðing tá ið man er 55.000 fólk í landinum. At byrja við var ætlanin at tit skuldu flúgva sjey ferðir í ár, men hava tikið tvær fráferðir av. Eru ov nógv ferðamál í løtuni ella komu tit bara ov seint í gongd.

Vit velja at halda tað, at vit komu ov seint í gongd. Og at koma út í sølukanalirnar hevur eisini nógv at siga. Summi velja at keypa sjálvi á netinum, men nógv velja at ferðast í bólkum og keypa ígjøgnum ferðaskrivstovur, har tey eisini fáa eina heildaruppliving. Tað eru summi ting ið ikki eru heilt liðug nú vit byrjaðu uppá hesa rutuna, og tað trúgva vit hevur ávirkan á søluna.

Hjá føroyingum trúgva vit tað, at tað er tí at vit komu seint í gongd. Nógv høvdu longu lagt teirra summarfer til rættis.

So eru tað tey spontanu fólki, har halda vit tey flestu hava valt at fara til Berlin í januar mánað. Fòlk hava avmarkað keypskorku.

So tað eru nógv ting tilsamans ið ávirkað tað, men vit eru vælnøgd, og vit halda at fimm ferðir er fínt at byrjað við, og vit læra øll tey nýggju tingini ið nýggju New York rutan hevur við sær.

Les eisini: Ætla at flúgva til London komandi ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder