Vinna

Jóhanna á Bergi í Vinnukikaranum

Jóhanna á Bergi er gestur í nýggja Vinnukikaranum, har hon tosar um leiðslu í 10 ár og nýggja simulatordepilin hjá Atlantic Airways

2025-11-18 17:00 Author image
Vinnuhúsið
placeholder

Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum práta vit við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Vit snakka um tey 10 árini, hon hevur staðið á odda fyri felagnum, og um menningina og broytingarnar, sum hava merkt hesa tíðina.

Vit tosa eisini um nýggja simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, sum hevur sett Føroyar á flogkortið sum útbúgvingarland. Hetta átakið fekk heiðurin Vinnuátakið 2025 á ársins Vinnudegi.

Alt hetta og meira kanst tú hoyra í nýggja partinum av Vinnukikaranum, sum er tøkur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum og á vanligu poddvarpspallunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder