2022-02-11 10:54
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
- Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?
- Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í foreldramyndugleikalógini?
Svar:
Landsstýrismaðurin er í ferð við at leggja síðstu hond á dagføring av foreldramyndugleikalógini.
Ætlanin er, at Løgtingið skal viðgera uppskot til broyting í foreldramyndugleikalógini í hesi tingsetuni.
Landsstýrismaðurin miðar ímóti, at endaliga uppskotið verður sent Løgtinginum áðrenn freistina fyri uppskot, ið skulu viðgerast í hesi tingsetuni, sum er 28. februar.
Almannamálaráðið, 11. februar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald