Vinna

Johan Dahl fingið svar um donsk talgild koyrikort í Føroyum

.

2025-02-13 16:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Johan Dahl fingið svar um donsk talgild koyrikort í Føroyum


Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2024 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:


  1. Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini landanna millum?


  1. Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska samferðslumálaráðharranum?


Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?

Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?


  1. Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?


Svar til spurning 1


Danski ráðharrin innan samferðslu, Thomas Danielsen, sendi eitt bræv til landsstýrismannin dagfest tann 25. november 2024. Í brævinum verður víst á ynskið um eina sínámillum viðurkenning av tí føroyska og danska talgilda koyrikortinum. Eisini verður nevnt, at arbeiðið við at finna eina loysn, fyri at kunna viðurkenna tað føroyska talgilda koyrikortið í Danmark, longu er byrjað.


Svar til spurning 2 og 3


Landsstýrismaðurin hevur svarað danska ráðharranum skrivliga tann 10. februar 2025. Í skrivinum stendur, at landsstýrismaðurin er sinnaður at samstarva við danskar myndugleikar um at gera tað møguligt sínámillum at viðurkenna talgildu koyrikortini, eins og tey fysisku koyrikortini vera viðurkend landanna millum.


Landsstýrismaðurin vil sostatt fegin finna eina loysn saman við donsku myndugleikunum, sum kann vera við til at fáa burtur hesa markaforðing, og væntandi fer hetta arbeiðið í gongd í næstum.


Vónandi kann hetta eisini verða liður í eini sínámillum viðurkenning av talgildum koyrikorti í øllum Norðurlondum, og hetta fer Ráðið at kanna.


Dennis Holm

landsstýrismaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder