Spurningar:
- Í hvønn mun heldur løgmaður, at spenta støðan í Europa við framhaldandi kríggi í Ukraina kann ávirka Føroyar?
- Hvørji øki í føroyska samfelagnum heldur løgmaður kunnu verða rakt av krígsstøðuni í Ukraina?
- Um so er, at Føroyar hava eina tilbúgving - tilbúgvingarskipan og tilbúgvingarætlan - um ein kreppustøða tekur seg upp sum avleiðing av krígsstøðuni í Ukraina, hvat inniheldur henda tilbúgving?
- Um Føroyar ikki hava eina tilbúgving, sum nevnd í spurningi 3, heldur løgmaður, at tørvur er á slíkari tilbúgving, og hevur løgmaður nakrar ítøkiligar ætlanir og tíðarætlan fyri, hvussu hendan skal fyrireikast, skipast og setast í verk?
- Hava landsmyndugleikar gjørt nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, hjálparátøk, útgerð o.a., sum eigur at vera á goymslu og tøkt til nýtslu í ávíst tíðarskeið, um kreppustøða tekur seg upp - eitt nú neyðsynjarvørur sum matur, heilivágur, olja o.a.?
Svar til spurning 1 og 2
Tað er sjálvandi torført at meta um.
Ein faklig meting í løtuni er, at krígshóttanin móti Norðurlondum er rættiliga avmarkað. Tískil er tað lítið sannlíkt, at føroyska samfelagið verður rakt beinleiðis av krígsstøðuni.
Føroyska samfelagið kann kortini merkja avleiðingar meira óbeinleiðis.
Brúka vit tilbúgvingartørvin og váðamyndina hjá hinum norðurlendsku londunum sum grundarlag, ber til at vísa á hesi samfelagsøki, sum kunnu vera hótt:
- møgulig álop á nettrygdina (cybertrygd), við avleiddum avleiðingum fyri virkisførið hjá samfelagnum.
- møguligar avbjóðingar við vøru- og tænastuveitingum.
- møguligar avbjóðingar við nøktandi orkuveiting, serliga olju og gass.
Svar til spurning 3 og 4
Eitthvørt land eigur at hava eina sterka tilbúgving, ikki minst tá ræður um atgongd til neyðsynjarvørur sum mat, vatn, orku, heilivág og aðrar neyðsynjarvørur.
Føroyar hava eina tilbúgvingarskipan og - samskipan, hvørs endamál millum annað er at tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, tá ið skaðahendingar ella vanlukkur raka.
Okkara tilbúgvingarskipan og -samskipan er rótfest í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin). Lógin staðfestir aðalregluna um økisábyrgd (á donskum sektoransvar), ið merkir, at tað er hvør landsstýrismaður einsæris, sum skal tryggja eina nøktandi tilbúgving fyri sítt ábyrgdarøki. Tað vil eisini siga, at tann myndugleiki, sum í tí dagliga útinnir uppgávur, eisini skal útinna uppgávurnar, tá tilbúgvingarstigið fer út um tað vanliga, tá ið skaðahendingar ella vanlukkur raka.
Í hesum liggur ein ábyrgd hjá hesum myndugleikum at gera tilbúgvingarætlanir, soleiðis at umsitingarnar kunnu virka og at framleiðsluevnið, samferðsla, samskiftiskervið og allar grundleggjandi veitingar, so sum matur, vatn, heilivágur o.a. verða tryggjað.
Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum hevur yvirskipaðu ábyrgdina at samskipa tilbúgvingina. Í gerandisdegnum umsitur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, ið er sentrali tilbúgvingarmyndugleikin í Føroyum, hesa uppgávuna.
Eftir ætlan fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið í næstum, at seta í verk arbeiðið at menna ein leist til eina føroyska váðamynd, soleiðis at almennu Føroyar altíð hava eina greiða felags fatan av tilbúgvingartørvinum.
Leggjast kann afturat, at undanfarna landsstýri heitti á føroyska kreppuráðið, um at meta um, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kundi fáa fyri føroyska samfelagið. Hugt varð nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving. Hesar metingar hava havt við sær, at arbeitt verður við at tillaga føroysku tilbúgvingina á ymiskum økjum.
Nevnast skal eisini, at fyrstu stigini eru tikin til at Føroyar gerst limur í Haga-samstarvinum, ið er samstarvið millum norðurlendsku londini um tilbúgving. Væntandi kemur hetta at knýta Føroyar vitanarliga tættari at grannalondunum í tilbúgvingarhøpi.
Svar til spurning 5
Tað er ætlanin, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið framyvir skal hava ein meira virknan lut í at tryggja, at tilbúgvingarætlanirnar hjá føroysku økisábyrgdarmyndugleikunum í nógv størri mun eru samskipaðar.
Landsmyndugleikarnir hava í løtuni ikki eitt samlað yvirlit. Hetta eigur kortini at fyriliggja, sum partur av tilbúgvingarætlanunum hjá ymsu økisábyrgdarmyndugleikunum, um so er, at myndugleikarnir meta, at tørvur er á slíkum yvirlitum.
Til dømis eiga tilbúgvingarætlanirnar hjá heilsuverkinum og apoteksverkinum at lýsa tørvin á at eiga heilivág á goymslu, eins og tilbúgvingarætlanirnar hjá Umhvørvisstovuni og SEV eiga at lýsa tørvin á at eiga olju á goymslu.
Greiningar hjá undanfarnu samgongu frá 2022 bendu tó ikki á møguligar veitingartrupulleikar, fyri millum annað olju og matvørur. Mett verður ikki, at hesi útlitini eru versnað seinasta árið, hóast kostnaðarstøðið á ymiskum vørum er hækkandi. Annars er tað so, at tess skjótari vit gjøgnumføra grøna orkuskiftið, jú minni tengd eru vit at hava olju á goymslu, og harvið minni ávirkað av óstabiliteti í heiminum.
Í Tinganesi, 15. februar 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald