Í dag fyllir fyrrverandi løgmaður og formaður Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, 90 ár
Jógvan var formaður í Fólkaflokkinum í 13 ár, frá 1980-1993, og var hann løgmaður í tíðarskeiðnum 1989-1991.
Jógvan bleiv fyrstu ferð valdur á løgting í 1970, og hevði hann sæti heilt fram til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Í tveimum umførum var hann eisini løgtingsformaður. Tað var í tíðarskeiðunum 1980-1984 og 1988-1989. Eisini sat hann sum landsstýrismaður í fíggjarmálum í tíðarskeiðnum 1991-1993.
Jógvan er giftur Lydiu, og eiga tey trý børn. Tey búgva í dag í Holbæk.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga til lukku við degnum, og blíðan byr víðari á lívsleiðini.
Fólkaflokkurin
Vinna
Jógvan Sundstein 90 ár
Í dag fyllir fyrrverandi løgmaður og formaður Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, 90 ár.
2023-05-25 09:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald