Jógvan hevur drúgvar royndir frá fíggjarliga økinum eitt nú innan búskap og fíggjarligar greiningar. Hann kemur úr einum starvi sum íløguráðgevi hjá Betri Banka og hevur áður arbeitt við fíggjarligum greiningum hjá Magn og SKAT í Danmark. Jógvan er eisini virkin sum nevndarlimur í Fastogn og øðrum feløgum.
Vit fegnast um samstarvið við Jógvan og at hann gerst partur av Posta sum fíggjarleiðari. Jógvan hevur førleikarnar, sum okkum tørvar, og viðkomandi royndir, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Posta er eitt spennandi arbeiðspláss, sum allar dagar hevur havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Eg síggi fram til vera partur av ætlanunum fyri framman, sigur Jógvan Joensen, fíggjarleiðari á Posta.
Jógvan tekur við eftir Tummas Nielsen, sum heldur fram á Posta sum ráðgevi.
Jógvan er úr Miðvági og er búsitandi í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald