2022-04-07 17:36
Frystilínuskipið Jógvan I hevur gjørt ein rimmar túr undir íslndi. Teir hava fiskð beint yvir 30 dagar og hava yvir 300 tons. Lastin tekur 280-90 tons og restin er koyrd i tunellina og í agnalastina.
Tað hevur veið ein sera góður túrur men veðrið kundi gott verið betur, men sigast skal at vit hava roynt hvønn dag, sjàlvt um vit hava haft nógvar dagar vid nógvum vindi heilt uppí 40 m/s so man kann ikki annad enn siga at skipið er sera gott og kann so at siga royna i øllum veðri - sigur ein ungur maður, sum er við Jógvan I.
Vit eru staddir 7 fj vestur úr Mykinesi og vænta at verða à Kollafirði i kvøld kl 20:30 har vit eisini skulu landa og skifta fólk. Skipið fer longu avstaðaftur fríggjakvøldið kl 20 ella tà liðugt er at landa.
16 mans vóru við hendan túrin og skipari var Heri Hendriksen úr klaksvík.
Jógvan I hevur síðu á Facebook - https://www.facebook.com/MS-J%C3%B3gvan-I-102221135557134
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald