Joel hevur verið partur av nevndini hjá Globe Tracker í fýra ár, har av tey síðstu tvey árini sum nevndarformaður. Joel kemur úr starvi sum stjóri í Posta, har hann hevur verið stjóri síðan 2011.
“Eg eri sera spentur um nýggju avbjóðingina. Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innanfyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Eg gleði meg at arbeiða saman við Rich og øllum toyminum, og eg ætli mær at føra Globe Tracker enn longur fram á leið,” sigur Joel undir Leitinum.
Tað starvast 48 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg, Singapore og Peru. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald