Mentan

Jóansøkan verður 22 - 25 juni

JÓANSØKAN 2023, FRÁBOÐAN UM LUTTØKU

2023-05-30 11:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



JÓANSØKAN Á TVØROYRI VERÐUR Í DØGUNUM 22. - 25. JUNI 2023
Stutt er liðið inn í 2023, men tíðin stendur ikki í stað og fyrireikingarnar til jóansøkuna á Tvøroyri, eru farnar í gongd. Í ár byrjar jóansøkan tórsdagin 22. juni og endar sunnudagin 25. juni.
Jóansøkan, tjóðarhátíð Suðuroyar, er burtur av stevnan hjá ítróttar- og frítíðarfeløgum, meðan kommunan hevur tann samskipandi partin.
Eins og undanfarnar jóansøkur, so verður ein ørgrynna av áhugaverdum tiltøkum at fara til og okkurt er til øll.
VILT TÚ VERA VIÐ - HEVUR TÚ EITT HUGSKOT?
So ert tú vælkomin at ringja á tlf 214614 ella senda teldupost til [email protected]
Freistin at boða frá, er ónsdagin hin 31. mai kl. 16:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder