Ítróttur

Jóannis á Steig skrivar undir sáttmála

Jóannis á Steig hevur skriva undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur.

2025-03-30 22:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er næstan ikki neyðugt at fortelja, hvør Jóannis er. Síðst hann endurnýggjaði sáttmálan søgdu vit, at hetta er ein spælari við 07 Vestur DNA, sum altíð gevur alt fyri okkara lið. Hann hevur í nógv ár verið ein av okkara mest trúføstu leikarum. Tí gleða vit okkum um, at hann hevur valt at halda fram.

22. mars í 2014 spældi Jóannis fyrsta vaksnamannadystin fyri 07 Vestur. Sostatt hevði hann 10 ársdag í fjør. Sambært faroesoccer hevur Jóannis spælt 137 dystir í bestu deildini og 113 dystir í 1. deild fyri 07 Vestur hesi árini.
07 Vestur


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder