
Góða gongdin hjá føroyskari bogaskjóting steðgaði ikki á Oyggjaleikum í Orknoyggjum. compoundskjúttin Jóannes Poulsen fór beina kós haðani til Hollands at taka lut í altjóða kappingini European Grand Prix 2025 í Arnhem, og har tryggjaði hann sær í dag pláss í finaluni, sum verður skotin leygardagin.
23 compoundskjúttar úr øllum Evropa eru við í kappingini, og beinanvegin í innleiðandi kappingin, sum var í gjár, týsdagin, vísti Jóannes sína styrki. Hann bleiv nummar fimm við 681 stigum – ella í veruleikanum nummar fýra, tí hollendski Stef Willems og slovakiski Jozef Bosansky býttust um fyrstaplássið. Teir fingu nevniliga báðir 688 stig og raktu eisini báðir 14 ferðir tann innasta gula miðringin og 46 ferðir tann næstinnasta.
Fimtaplássið tryggjaði Jóannesi beinleiðis pláss í áttandapartsfinalunum. Her byrjaði hann mikudagin við at vinna tepurt 142 – 141 á hollendska Rik Snelder. Í fjórðingsfinaluni ímóti týska Henning Luepkemann var Jóannes púra tryggur, hann vann fýra umfør, eitt var javnt, og samanlagt vann hann 146 – 141.
Spennandi hálvfinala
Hálvfinalan ímóti tjekkiska Martin Vanek var hinvegin ikki fyri veikar sálir, hvat spenningi viðvíkur. Trý tey fyrstu umførini endaðu øll javnt við stigunum 29 – 29, men Jóannes var eitt vet neyvari í fjórða umfarinum, sum hann vann 29 – 28, og tá báðir skutu allar pílarnar í blettin í seinasta umfarinum, vann hann hálvfinaluna samanlagt 146 – 145.
Í finaluni er mótstøðumaðurin slovakiski Jozef Bosansky, annar av eittarunum í innleiðandi kappingini, og eftir skránni verða fyrstu pílarnir skotnir eitt sindur yvir klokkan 11 fyrrapartin leygardagin føroyska tíð.
At hava rokkið finaluni í eini stórari altjóða kapping er eitt stórt bragd av Jóannesi Poulsen, og tað man kennast serliga gott aftaná Oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, har hann, hóast góð persónlig úrslit og eitt avbera gott úrslit samanumtikið hjá føroysku bogaskjúttunum, ikki alla tíðina kendi seg hava marginalarnar við sær. Mótstøðan í Hollandi er sum heild væl sterkari enn á Oyggjaleikum.
Hóast góðu úrslitini á Oyggjaleikum í Orknoyggjum, kendi Jóannes ikki alla tíðina, at marginalarnir vóru við honum har. Nú er hann í finaluni í European Grand Prix 2025 í Arnhem í Hollandi, har mótstøðan sum heild er væl sterkari enn á Oyggjaleikum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald