2022-05-14 10:02
Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Jóanis Erik Køtlum í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.
Jóanis Erik Køtlum er 56 ára gamal og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir frá ymiskum størvum í Føroyska og Grønlendska heilsuverkinum. Jóanis Erik Køtlum hevur m.a. verið sjúkrahússtjóri og heilsuverksstjóri.
Jóanis Erik Køtlum byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. juni 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald