Mentan

Jenis av Rana spyr um fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum

.

2025-02-08 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 

 

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 53 í Tingskipanini

 

 

 

 

 

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður


Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í Heilsumálum


Evni: Fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum



Spurningar:

 

     1:


Hvussu nógvar fosturtøkur hava verið framdar í Føroyum seinastu 10 árini- írokað ár 2024?



    2:


Hvørjar vóru orsøkirnar, ið vóru brúktar sum umbøn fyri at fáa hesar hesar fosturtøkur gjørdar? Her verður biðið um tøl fyri hvørja orsøk sær.


    3:


Í hvørjum aldursbólkum vóru kvinnurnar, ið fingu hesar fosturtøkur gjørdar?



    4:


Nær í viðgongutíðini vóru hesar fosturtøkur framdar?



    5:


Hvat annað enn fosturtøka varð bjóðað fyri at loysa teir trupulleikar, sum tær fosturtøkusøkjandi søgdu liggja aftanfyri teirra ynski um fosturtøku.



    6:


Hvør ráðgeving, hvør hjálp, hvørjir batar og  hvør uppfylgjandi stuðul varð veittur kvinnuni og/ ella foreldrunum aftaná framdu fosturtøkuna?

 

 

 

 

Viðmerkingar.


Talið av fosturtøkum  runt  heimin  táttar  í  dag  í  fimmti  milliónir  árliga.  Av hesum  verða  tær gott og væl fýrati i framdar í Føroyum. Hetta svarar í miðal til tveir skúlaflokkar árliga.


Onkur vil kanska siga,  at  tal  føroyinga  er  lágt  sammett  við  onnur  lond,  og  rætt  er tað.  Men tað er eingin umbering fyri at fremja hesar, tí 40- 50 fosturtøkur eru 40- 50 ov nógvar.


Eingin hevur rætt  at taka sær vald  at avgera, hvør skal sleppa at liva, hvørki í Føroyum  ella aðrastaðni í heiminum. Øll eiga íborna rættin til lív, ein rætt, sum einki  menniskja eigur  at kunna gera seg inn á. Og vónandi fáa vit í einari komandi føroyskari grundlóg staðfest, at hesin rættur til lív er rættur allra, eisini ófødda barnsins. Ein rættur, sum tú og eg, sum liva, einaferð fingu frá foreldrum og samfelag okkara.


At kalla nakað fría fosturtøku  er  av stórstu  mótsøgnum. Av øllum  hugsandi  aktørum  í fosturtøkumálinum, mammu, pápa, politikarum, heilsustarvsfólkum og annars øllum, sum meta seg at hava rætt til at hava eina hugsan um hetta málið, er og verður til allar tíðir tað ófødda barnið høvuðspersónurin. Tað er lív tess, flestu hesi halda seg hava rætt til at hava eina meining um, nøkur halda seg hava rætt til at seta prísmerki á,og onnur halda seg kunna gera enda á. Men frá høvuðspersóninum sjálvum, henni ella honum, sum veksur í lívi móður sínar, verður frælsið tikið, og hjá henni og honum er fosturtøkan alt annað enn frí, tí tað eru onnur, ið taka sær frælsi til at ráða yvir lívi tess.


Hesi, sum njóta tað frælsið, sum foreldur teirra góvu teimum at gerast frælsir føroyskir borgarar, taka frælsið frá høvuðspersóninum í fosturtøkumálinum og vága sær at kalla fosturtøkuna fría. At kvetta lívsstreingin hjá einum øðrum av er tað mótsatta av frælsi, tað er at fremja tað ultimativa ófrælsið.


Lívmóðirin, sum er ætlað at vera tryggasta og friðsamasta stað heimsins,  er, fyri at endurgeva mætu kvinnuna, nobelprísmóttakaran móður Teresu, umskapað til ein krígsvøll. Við kemiskum evnum, heilivági, ið voldir deyða, og um hetta ikki hjálpir, so við instrumentum, sum skera, skræða,  skava  og súgva, verður  friðurin  brotin, og tryggi heimstaður barnsins  verður  ein vígvøllur, har úrslitið er givið frammanundan. Tann sterki, við ella uttan lógini í sínari hond, vinnur. Óseka barnið verður týnt, og heldur enn at finna veruligu orsøkina og loysa hesa, kunnu nýggar og álvarsligar avleiðingar verða skaptir,  bæði  likamligar  og  sálarligar,  hjá mammuni og familjuni sum heild.


Heldur enn at loyva slíkum ábyrgdarloysi eiga politikarar og heilsustarvsfólk at veita allan hugsandi stuðul og hjálp til barnið og foreldur tess, fyri at lætta um- bæði áðrenn, undir og í árunum eftir føðing barnsins. Her kann talan verða um ráðgeving, stuðulssamrøður og vegleiðing, umframt fíggjarliga, læknaliga, sálarliga og andaliga hjálp- og hjálp til burturættleiðing.


Kjakið um haldførið farnu árini hevur í mesta lagi verið um viðurskiftini í eldra aldursendanum, meðan minni verður tosað um týdningin av at økja um tilgongdina í yngra ættarliðinum. Miðflokkurin hevur víst á stóru minkingina í burðaravlopinum og á vandan, hetta fer at fáa við sær fyri framtíð Føroya. Talið av nýføðingum er minkað við einum góðum triðingi í seinasta 35 ára skeiði, og hetta er ein stór, um ikki størsta, hóttan móti framtíðar føroyska samfelagnum. Enn eru átøk, sum kunnu stuðla undir føðitíttleikan, tíverri ikki sett í verk, meðan talið av fosturtøkum hinvegin tíverri er javnt hækkandi seinastu árini.



                                                                                                                                   Á Løgtingi, h. 31. Januar 2025


                                                                                                                                                         Jenis av Ranasa

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder