HSF skrivar:
Føroyska liðið byrjaði dystin sera illa við at brenna fyrstu 5 málkjansirnar. Tað gingu sjey minuttir áðrenn okkara funnu netmeskarnar og var tað uppá brotskast. Finnland spældi við meira ferð í dag og ansaðu tær væl eftir Súnu Krossteig Hansen, sum var sera eyðsýnd í føroyska álopinum í gjár. Eisini stóð finski málverjin ein góðan dyst.
Føroyar tóku leikbrá eftir 10 minuttir, tá okkara vóru aftanfyri 5-2. Tá høvdu Føroyar brent 7 stórar málkjansir. Okkara vunnu seg tó spakuliga inn í dystin og komu uppá javnt um miðjan hálvleik. Skjóta føroyska spælið gekk nú betri og fingu okkara sett bóltarnar betri í málið. Okkara vunnu seg framm um og var hálvleiksstøðan 13-10 til Føroyar.
Føroysku venjararnir royndu seg við nýggjari uppstilling frá byrjan í seinna hálvleiki, men hepnaðist minni væl. Eftir 10 minuttir var Finnland komið uppá javnt. Ov nógvir kjansir vóru brendir og tekniskar villur sníktu seg uppí føroyska spælið. Føroyar vann seg tó framm um aftur 21-18, tá 15 minuttir restaðu. Restin av dystinum gekk illa í hond. Finnland át seg nærri og var heilt javnt seinatu minuttirnar. Føroyar áttu seinasta álopið og kundu havt avgjørt dystin til okkara fyrimun, men skotið var brent.
Eftir dystin var Maria Pálsdóttir Nólsoy vald sum besti føroyski leikari í dag. Maria gjørdi 10 mál í dag, harav 8 vóru uppá brotkøst.
Føroysku kvinnurnar hava við hesum spælt tveir gevandi dystir móti Finnlandi, sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober. Landsliðsvenjararnir fingu roynt unga liðið í fleiri ymsum uppstillingum og komu allir leikarir í spæl. Flestu leikararnir komu á máltalvuna, verjan var góð í fleiri tíðarskeiðum og staðfestast má, at Føroyar í løtuni hava tveir góðar málverjar at velja í.
Føroyska liðið skal spæla aftur í viku 41 í oktober, tá EM-undankappingardystir eru á skrá.
Føroysku málini:
Maria Páldóttir Nólsoy 10 (8
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Súna Krossteig Hansen 2 (1)
Rannvá Olsen 2
Pernille Brandenborg 2
Vár Zachariasen 2
Jana Mittún 1
Guðrið á Borg 1
Natasja Hammer 1
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 2
Rakul Wardum 12
Dystargongdin:
05 min. 2-0
10 min. 4-2
15 min. 5-4
20 min. 7-9
25 min. 9-10
30 min. 10-13
35 min. 12-16
40 min. 17-19
45 min. 18-21
50 min. 20-22
55 min. 21-22
60 min. 24-24
Ítróttur
Javnleikur í Finnlandi
Føroysku kvinnurnar spældu javnleik í seinna venjingardystinum móti Finnlandi. Talan var um eitt lakari avrik í mun til dystin í gjár og gjørdist úrslitið 24-24, eftir at Føroyar vóru á odda 13-10 í hálvleikinum.
2023-04-05 20:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald