Havstovan: Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum. Hósdagin í farnu viku gjørdi Jákup Sverri harafturat kanningar í Tangafirði og Kaldbaksfirði, sum hava til endamáls betri at skilja sambandið millum firðir/sund og Landgrunnin annars. Hesar kanningar eru partur av verkætlanini Firðir og Sund (FjordProcess), sum er fíggjað av granskingarskránni um havgransking í Norðuratlantshavi hjá Granskingarráðnum.
Hetta er triðja árið at Jákup Sverri ger kanningar og øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2023 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald