2023-02-06 10:50
Vit tosaðu við skiparan John Kára Jacobsen fyri løtu síðan, hann segði at fiskiskapurin hevur verið framúr góður hendan túrin, teir hava roynt á Suður- Eysturlandinum.
Veðriið hevur verið hampuligt, tó hava teir havt tveir bakkdagar. Einki annað føroyskt línuskip hevur verið við Ísland í ár.
Jákup B. skal landa mikudagin til NFCS í Klaksvík.
Tað eru 16 mans við hendan túrin.
Teir fara nýggjan túr í vikuskiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald