Fokus hetta kvøldið verður nýhugsan í ferðavinnuni.
UM TILTAKIÐ
Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá fíggingarmøguleikunum, møguleikan fyri at søkja um at vera við til átakið Nýskapan í ferðavinnuni. Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot
STAÐ
Úti á Gjógv, (pakkhúsinum hjá Fiskastykkinum), Úti á Bakka 12 í Sandavági.
TILMELDING
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Tilmelding fer fram her.
Melda til í seinasta lagi tann 25.oktobur kl 12.
SKRÁ
Kl. 19.00: Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Kl. 19.10: Tordis K. á Rógvi Biskopstø greiðir frá um nýggja VisitVágar, nýhugsan, samkapping v.m.
Kl. 19.20: Sóley H. Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiða frá um átakið “Nýskapan í ferðavinnuni” og íverksetan annars
Kl. 19.40: Randi Olsen greiðir frá um Breyðvirkið, tilgongd sum íverkseti og hópfígging
Kl. 19:55: Jónleyg Joensen, dagligur leiðari á Fiskstykkinum, hevur rundvísing og frágreiðing um pakkhúsið Úti á Gjógv
Kl. 20.10: Netverkan og drekkamunnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald