2022-05-20 14:25
Ítróttatingið 2022 eitur: "Børnini, breiddin, og tey bestu – kynstrið at skapa breiðar felagsskapir og rørsluføri alt lívið."
Tiltakið er alment og verður aftaná aðalfundin hjá ÍSF, leygardagin 21. mai kl. 13.00 – 15.00 á Hotel Hafnia.
Skrá er viðheft her.
Ítróttatingið tekur støði í tilmæli, sum verður lagt frá á aðalfundinum. Tilmæli er partur av nýggjari langtíðarætlan fyri føroyskan ítrótt: "Saman fram ímóti felags málum", sum sambondini eisini skulu taka støðu til á aðalfundinum.
Í tilmælinum verður heitt á øll sambond og ítróttafeløg, at geva børnum og ungum møguleika at venja nógvar ítróttagreinar so leingi sum gjørligt.
Á almenna tiltakinum verða ymisk faklig uppleg, sum taka støðið í nýggjastu granskingini innan økið. Vit fáa fakligar grundgevingar og viðkomandi prát um, hvussu vit í felag íverkseta hesi tilmæli í ítróttafeløgunum kring landið.
Kom við til eitt spennandi Ítróttating leygardagin 21. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald