Tíðindaskriv: ÍSF
Á Ítróttatinginum 2023 seta vit sjóneykuna á børn og ítróttaluttøku, og vit spyrja, hvussu vit kunnu skapa trygg umhvørvi, har børn og ung trívast longri, og har vit minka um skaðar, trýst og fráfall. Vit frætta eisini um nýggjastu granskingina á økinum.
Hvussu venja vit skaðafyribyrgjandi? Hvussu minka vit um trýstið, sum børnini kunnu koma undir í ítrótti? Hvussu fáa vit fleiri at venja longri?
71% av børnum í Føroyum eru virkin í ítrótti/rørslu, men longu um 15 ára aldur, er talið komið niður á 52%. Í aldrinum 16-18 ár eru bara 43% av gentunum, sum siga seg vera virknar í ítrótti/rørslu.
Eitt aðalmál hjá ÍSF er, at vit skulu fáa børnini at trívast sum longst í ítróttarfelagsskapinum. Spurningurin er, hvussu vit sum ítróttarfeløg og foreldur kunnu fáa tey at trívast, minka um trýstið og fáa rørslugleðina í hásæti.
Ítróttatingið er ætlað venjarum, ungdómsnevndum, foreldrum og øðrum, sum hava áhuga fyri barna- og ungdómsítrótti.
Tiltakið er ókeypis.
Tíð og stað:
- apríl kl. 13.00 á Hotel Brandan
Skráin:
13:00 - Ítróttatingið verður sett.
13:10 - "Rák innan barna- og ungdómsítrott í Norðurlondum. Hvat siga tey ungu sjálvi um trýst frá ymiskum pallum, og nær er fráfall ein inklusjóntrupulleiki?"
Lars Erik Espendalen, granskar í barna- og ungdómsítrótti í Noregi.
14:00 - "Føroysk ung og sálarheilsa - hvat siga ung um valmøguleikar og høgar væntanir?"
Nýggj føroysk kvalitativ gransking hjá Anniku Helgadóttir Davidsen og Moniku Mohr
14:40 - "Ung, venjingarmongd og skaðar - hvat slag av skaðum síggja vit, og hvat er hóskandi venjing fyri børn og ung?"
Bjarti Thomsen, fysioterapeutur, umboðar Fysioterapeutfelag Føroya.
15:10 - Sofaprát við foreldur
Hava tit spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva á tel. 221563 ella á [email protected]
/Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald