Mentan

Ítróttaráðstevnan 2025 verður tann 31. januar 2025

.

2025-01-14 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Ítróttaráðstevnan 2025 verður tann 31. januar 2025 frá kl. 9.00 - 14.30.
Undir heitinum ’Frá spælandi børnum til stór avrik’, seta Ítróttasamband Føroyar og Fróðskarparsetur Føroya, annað ár á rað, ítrótt og rørslu á skrá á stórari ráðstevnu.
Á skránni eru framløgur frá bæði føroyskum og altjóða granskarum, ið lýsa nýggjastu kanningar og arbeiðið innan ítrótt, heilsu og trivnað. Íðkarar deila sínar persónligu royndir, og stovnsleiðarar greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin. Harumframt verður ein framløga um nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking og menning innan ítrótt, heilsu og vælveru fyri allar føroyingar - børn, ung og eldri í Føroyum.
Á Ítróttaráðstevnuni seta vit sjóneykuna á ítrótt og rørslu á stovnum - serliga í barnagørðum og frítíðarskúlum. Og vit seta spurningin, hvussu vit geva okkara minstu bestu fortreytir fyri at ogna sær eitt breitt rørsluføri fyri lívið?
Annar partur av ráðstevnuni fer at snúgva seg um leikaramenning og sálarligu heilsuna hjá úrvalsíðkarum.
Framløgur verða eisini um møguleikar við nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking innan rørslu, ítrótt og heilsu fyri allar føroyingar - børn, ung og eldri í Føroyum.
Kom og fá íblástur til, hvussu vit øll – í barnagørðum, skúlaverkinum, ítróttarfeløgum og kommunum – kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í okkara samfelag.
Vit vóna at síggja eina breiða umboðan frá landi, kommunum, stovnum og ítróttaumhvørvinum til ráðstevnuna.
Tilmelding krevst!
Fyri nærri skrá og tilmelding vitja atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder