Vinna

Íslendskar alifyritøkur ganga í fótasporunum hjá Hiddenfjord og flyta nú laks sjóvegis til USA

Íslendingar ganga í fótasporunum hjá Hiddenfjord, teir flyta nú eisini laks við skipi til USA

2022-02-21 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum flogflutningi av laksi, og minkaði harvið um CO2-útlátið av flutningi til USA við heili 94 prosentum. Hetta hevur vakt ans í alivinnuni uttanlands. Hiddenfjord hevur brotið slóð og broytt fatanina hjá alivinnuni av flutningi, sigur stovnarin av íslendsku alifyritøkuni Arctic Fish, Sigurd Petursson. 


Í samrøðu við Intrafish sigur Sigurd, at alifyritøkur í Íslandi fara at leggja størri dent á góðsku og burðardygd. At flyta laks sjóvegis er ein burðardygg loysn, ið førir til nógv minni CO2-útlát enn flogflutningur. Sigurd Petursson væntar, at fleiri alifyritøkur fara at gera sum Hiddenfjord og flyta laksin sjógvegis til marknaðin, og harvið minka munandi um CO2-útlátið.


Greinin í Intrafish kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder