Vinna

Íslendingar fáa nógva sild

Íslendingar fáa nógva sild í Héráðsflóan og nord i Bakkaflói.

Gongur væl hjá Berki NK. Ljósm. Þorgeir Baldursson

Gongur væl hjá Berki NK. Ljósm. Þorgeir Baldursson

2023-09-20 16:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 SVN.is:

Beitir og Børkur hava í hesi vikuni landað sild til Sildarvinnsluna í Neskaupstaði, teir hava havt góðar túrar, Børkur byrjaði at landa í gjár eftir middag, teir høvdu 1.700 tons, tá var liðugt at landa Beitir sum eisini hevði góðan túr, báðir høvdu roynt í Héráðsflóan og nord i Bakkaflói, tað eru umleið 30 fj. frá Neskaupstaði

Skiparin á Børki -  Hjörvar Hjálmarsson - sigur at teir fingu 350-400 tons hvørt tov, eisini sigur hann, at teir vóru 30 tímar á feltinum.

Hann sigur eisini at 15-20% av veiðun er summargýtandi-sild.

Hjørvar sigur at sildafiskiskapurin er byrjaður fyrr í ár enn undanfarin ár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder