Vinna

Intra stórsáttmála við altjóða fyritøku

Fyritøkan Intra, sum hevur framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, hevur gjørt stórsáttmála við altjóða fyritøkuna, CGM.

2024-02-09 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

CGM, stendur fyri CompuGroup Medical, hevur 9.300 starvsfólk, 1.6 milliónir professionellar brúkarar og ein umsetning upp á yvir 12 milliardir krónur, arbeiðir burturav við skipanum til heilsuøkið.

– Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at víðka bæði virksemi og marknaðarpart, tí CGM virkar í tilsamans 21 londum kring heimin, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Intra, ið fegnast um avtaluna.

– Stórsáttmálin, sum Intra hevur gjørt við CGM, letur dyrnar upp fyri fleiri møguleikum, og í fyrsta umfari er talan um, at CGM skal selja okkara intranetloysnir til sínar kundar á danska marknaðinum, og seinni eisini norska marknaðinum. CGM metir, at tey koma at selja um 1.000 loysnir komandi 2 árini.

Longu áðrenn hesin sáttmálin var skrivaður, hevði Intra meir KT-útflutning, enn tey hava inntøkur á heimamarknaðinum. Hesin sáttmálin viðførir, at útflutningsparturin kemur uppá 75% av umsetninginum innan 2 ár.

Samstundis sum stórsáttmáli er gjørdur við CGM um danska og norska marknaðin, er avtala gjørd um, at Intra hereftir kemur at umboða CGM í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder