LANDSBANKIN:
Samlaðu innlánini í føroysku bankunum vóru 20,4 mia. kr. í mai 2024, sum er gott 1 mia. kr. hægri enn í mars mánað. Vøksturin í innlánum á 1 mia. kr. kemur fyrst og fremst av, at umleið 500 mió. kr. av frítíðarlønum vórðu fluttar á konto í føroysku bankunum í apríl mánað. Restin av vøkstrinum í innlánunum stava frá privatu vinnuni og húsarhaldunum.
Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, tað er innlán frátrekt skuld, var 1,5 mia. kr. í mai 2024. Innlánsyvirskotið hevur verið fallandi, tó at tað í apríl 2024 er vaksið aftur orsakað av frítíðarlønini, sum greitt frá omanfyri, sí mynd 1.
Innlánsyvirskotið minkaði munandi í februar 2021, men tað var tí danska deildin hjá Føroya Banka varð seld frá.
Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum var 3,5 mia. kr. í mai 2024, men verður skuldin, sum húsarhaldini hava í donskum realkredittstovnum tald við, høvdu føroysku húsarhaldini innlánsyvirskot á tilsamans 164 mió. kr. í mai 2024.
Mynd 1. Innlánsyvirskot hjá føroysku bankunum
Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald