Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av brennievni er hækkað 570 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, serliga vegna hægri prís á brennievni. Tað svarar ein vøkstur upp á 63%.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er einans vaksið 45 milliónir krónur ella 2,4%.
Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari annars til vinnuna (hav- og landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu), er vaksin við slakari milliard ella 26%. Vøksturin í innflutninginum av byggitilfari hetta tíðarskeiðið er einans 37 milliónir krónur ella 4,5%.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
12 mánaðarskeið 2020/21 og 2021/22
apríl – mars | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020-21 | 2021-22 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 8.126,1 | 9.974,3 | 1.848,2 | 22,7 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 7.872,5 | 9.507,3 | 1.634,7 | 20,8 |
Til hav- og landbúnað | 529,1 | 630,7 | 101,6 | 19,2 |
Rávøra til fiskavirking | 438,9 | 706,4 | 267,5 | 60,9 |
Til byggivirki | 818,6 | 855,5 | 37,0 | 4,5 |
Til aðra framleiðslu | 1.939,9 | 2.300,7 | 360,8 | 18,6 |
Maskinur o.o. útgerð | 814,4 | 1.038,4 | 223,9 | 27,5 |
Brennievni o.t. | 908,5 | 1.478,1 | 569,6 | 62,7 |
Bilar o.o. flutningsfør | 535,1 | 564,4 | 29,4 | 5,5 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.888,1 | 1.933,1 | 45,0 | 2,4 |
Skip, flogfør o.t. | 253,5 | 467,0 | 213,5 | 84,2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald