Hagstovan skrivar:
Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 917 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.
Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 332 milliónir krónur ella 53 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslur', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
12 mánaðarskeið 2021/22 og 2022/23
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021-22 | 2022-23 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 9.498,2 | 12.812,8 | 3.314,6 | 34,9 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 9.318,8 | 11.218,9 | 1.900,1 | 20,4 |
Til hav- og landbúnað | 621,0 | 952,9 | 331,9 | 53,4 |
Rávøra til fiskavirking | 709,5 | 827,5 | 118,0 | 16,6 |
Til byggivirki | 866,3 | 1.010,0 | 143,7 | 16,6 |
Til aðra framleiðslu | 2.190,8 | 2.456,7 | 265,9 | 12,1 |
Maskinur o.o. útgerð | 1.009,4 | 1.072,9 | 63,5 | 6,3 |
Brennievni o.t. | 1.390,0 | 2.306,5 | 916,6 | 65,9 |
Bilar o.o. flutningsfør | 577,7 | 571,3 | -6,5 | -1,1 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.954,1 | 2.021,1 | 67,0 | 3,4 |
Skip, flogfør o.t. | 179,4 | 1.593,9 | 1.414,5 | 788,4 |