Vinna

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2022 til mars 2023 var 12,7 milliardir krónur. Tað eru 2,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

2023-05-16 13:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið. Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 164 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutninginum seinasta árið er við at steðga upp.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 855 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 293 milliónir krónur ella 46 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslu',  stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

12 mánaðarskeið 2021/22 og 2022/23



apríl – marsmunur

2021-222022-23mió. kr.%





Tilsamans10.014,912.662,92.648,026,4
Tilsamans uttan skip og flogfør9.548,011.153,11.605,116,8
Til hav- og landbúnað631,7924,6292,946,4
Rávøra til fiskavirking711,5873,7162,222,8
Til byggivirki865,81.008,8143,016,5
Til aðra framleiðslu2.305,82.368,963,12,7
Maskinur o.o. útgerð1.051,91.022,3-29,6-2,8
Brennievni o.t.1.478,12.333,5855,457,9
Bilar o.o. flutningsfør566,6592,726,14,6
Til beinleiðis nýtslu1.936,62.028,792,04,8
Skip, flogfør o.t.466,91.509,81.042,9223,3





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder