Vinna

Innflutningurin methøgur í 2022

Samlaði vøruinnflutningurin var 12,1 milliard krónur í 2022, hetta er 31% hægri enn í 2021.

2023-02-17 18:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagstovan: Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið 939 milliónir krónur í 2022, ella góð 70%. Sama tíðarskeið minkaði innflutta nøgdin av brennievni 12%. Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari 'til aðra framleiðslu' og 'til hav- og landbúnað'. Her vaks innflutningurin ávikavist 383 milliónir krónur og 239 milliónir krónur.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – desember 2021/2022



januar – desembermunur

20212022mió. kr.%





Tilsamans9.283,512.133,62.850,130,7
Tilsamans uttan skip og flogfør9.010,110.921,61.911,521,2
Til hav- og landbúnað628,2867,0238,838,0
Rávøra til fiskavirking626,9695,168,210,9
Til byggivirki826,81.003,5176,721,4
Til aðra framleiðslu2.085,32.468,3383,018,4
Maskinur o.o. útgerð1.000,11.046,646,54,6
Brennievni o.t.1.340,82.280,2939,470,1
Bilar o.o. flutningsfør550,9573,822,94,2
Til beinleiðis nýtslu1.951,21.987,336,01,8
Skip, flogfør o.t.273,41.212,0938,6343,3






Innflutningurin úr Evropa annars

Vanliga hava vit í Føroyum innflutt mest úr Norðurlondum. Í 2022 fór innflutningurin úr Evropa annars upp um Norðurlond. Vit innfluttu fyri knappar 5,2 milliardir krónur úr Norðurlondum og fyri góðar 5,2 milliardir krónur úr Evropa annars. Vøksturin í innflutninginum frá Evropa annars var 1,7 milliardir krónur, ella 48%, og vøksturin stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av brennievni.

[object Object]

Nógv innflutt av tilfari til alivinnuna

Um sæð verður burtur frá brennievni, er innflutningsvirðið av tilfari til hav- og landbúnað lutfalsliga vaksið mest, nevniliga 38%. Innflutningurin av alifóðri er vaksin 161 milliónir krónur, ella 42% í 2022.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder