Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í 2021. Hetta svarar til góð 43%, hóast nýtslan er áleið tann sama í 2021 sum í 2020. Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og 'maskinur og onnur útgerð'. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – desember 2020/2021
januar – desember | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 8.131,9 | 9.252,7 | 1.120,8 | 13,8 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 7.783,4 | 8.979,3 | 1.195,9 | 15,4 |
Til hav- og landbúnað | 538,0 | 628,1 | 90,2 | 16,8 |
Rávøra til fiskavirking | 389,0 | 622,8 | 233,8 | 60,1 |
Til byggivirki | 858,9 | 819,6 | -39,3 | -4,6 |
Til aðra framleiðslu | 1.923,9 | 2.081,6 | 157,7 | 8,2 |
Maskinur o.o. útgerð | 752,1 | 989,0 | 236,9 | 31,5 |
Brennievni o.t. | 934,5 | 1.340,8 | 406,3 | 43,5 |
Bilar o.o. flutningsfør | 555,1 | 550,4 | -4,7 | -0,8 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.831,9 | 1.946,8 | 115,0 | 6,3 |
Skip, flogfør o.t. | 348,6 | 273,4 | -75,2 | -21,6 |
Innflutningurin úr Asia og Afrika veksur
Um ymisku landaøkini verða samanborin, vaks innflutningurin úr Asia mest í 2021. Tó er innflutningurin úr Afrika vaksin lutfalsliga mest seinastu árini. Seinastu 10 árini er innflutningurin úr Afrika vaksin við í miðal 20% árliga. Innflutningurin úr Afrika er nú næstan á hædd ið innflutningin úr Asia, og vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni.
Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking
Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest, nevniliga yvir 60%. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í 2021.