Hagstovan: Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 43% í mun til í fjør, sum eisini var metár. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7%, hava vit brúkt 90% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til fiskavirking (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 165 milliónir krónur meira, sum er 50% vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnað (fyri tað mesta alifóður). 30% meira er innflutt av hesum vørum.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – august 2021/2022
januar – august | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 5.794,4 | 8.312,2 | 2.517,9 | 43,5 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 5.633,2 | 7.153,7 | 1.520,5 | 27,0 |
Til hav- og landbúnað | 392,2 | 511,4 | 119,3 | 30,4 |
Rávøra til fiskavirking | 330,7 | 495,3 | 164,6 | 49,8 |
Til byggivirki | 539,5 | 652,2 | 112,7 | 20,9 |
Til aðra framleiðslu | 1.231,4 | 1.592,3 | 360,9 | 29,3 |
Maskinur o.o. útgerð | 692,4 | 696,2 | 3,8 | 0,5 |
Brennievni o.t. | 829,4 | 1.572,4 | 743,0 | 89,6 |
Bilar o.o. flutningsfør | 359,4 | 365,5 | 6,2 | 1,7 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.258,3 | 1.268,4 | 10,1 | 0,8 |
Skip, flogfør o.t. | 161,1 | 1.158,5 | 997,4 | 618,9 |
Í august 2022 varð innflutt fyri 18,2 milliónir krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er fóður til hav- og landbúnað, men eisini eitt sindur av byggitilfari.