2022-03-17 10:10
Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av brennievni er vaksin 507 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Um januar 2022 verður samanborin við januar 2021, er prísvøksturin umleið 70%.
'Rávøra til fiskavirking', t.e. heilur feskur og frystur fiskur, er vaksið 87%, meðan innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð til vinnulívið er vaksin 33%.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
12 mánaðarskeið 2020/21 og 2021/22
februar – januar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020-21 | 2021-22 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 8.022,4 | 9.419,9 | 1.397,5 | 17,4 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 7.793,4 | 9.229,9 | 1.436,6 | 18,4 |
Til hav- og landbúnað | 548,8 | 619,8 | 71,0 | 12,9 |
Rávøra til fiskavirking | 367,7 | 688,9 | 321,2 | 87,4 |
Til byggivirki | 857,9 | 845,0 | -12,9 | -1,5 |
Til aðra framleiðslu | 1.949,9 | 2.150,7 | 200,8 | 10,3 |
Maskinur o.o. útgerð | 769,4 | 1.021,8 | 252,4 | 32,8 |
Brennievni o.t. | 884,7 | 1.391,7 | 507,0 | 57,3 |
Bilar o.o. flutningsfør | 553,4 | 559,4 | 6,0 | 1,1 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.861,7 | 1.952,7 | 91,1 | 4,9 |
Skip, flogfør o.t. | 229,1 | 190,0 | -39,1 | -17,1 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald