Vinna

Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,5 milliardir krónur.

2022-12-16 12:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 25%. Innflutningurin í 2021 var 9,3 milliardir krónur, og tað var metár. Sostatt er innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar av 2022 13% hægri enn alt árið 2021. 

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 85,3% meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni, stavar vøksturin í innflutningsvirðinum ikki frá innflutningi til beinleiðis nýtslu, men frá innflutningi av tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 20 og 30 prosent fyrstu 10 mánaðirnir.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – oktober 2021/2022



januar – oktobermunur

20212022mió. kr.%





Tilsamans7.669,710.519,32.849,637,2
Tilsamans uttan skip og flogfør7.458,19.317,81.859,824,9
Til hav- og landbúnað528,0684,4156,429,6
Rávøra til fiskavirking510,9616,8105,920,7
Til byggivirki693,8866,3172,524,9
Til aðra framleiðslu1.680,52.079,7399,223,8
Maskinur o.o. útgerð851,0891,940,94,8
Brennievni o.t.1.107,02.051,4944,485,3
Bilar o.o. flutningsfør453,4470,116,73,7
Til beinleiðis nýtslu1.633,41.657,223,81,5
Skip, flogfør o.t.211,61.201,5989,9467,7






Í oktober 2022 varð innflutt fyri 349 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar og rávøra til fiskavirking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder