Hagstovan: Innflutningurin til og við november 2022 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 11,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 33% í mun til somu mánaðir árið fyri. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 23%. Innflutningurin sær út til at verða komin í hæddina. Stóri vøksturin í innflutninginum, ið hevur verið seinastu mánaðirnar, er nú minkandi.
Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 75% meira enn sama tíðarskeið í 2021.
Vøksturin í innflutningi til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 16 og 35 prosent fyrstu 11 mánaðirnir í 2022.
Tað er ymiskt, hvussu prísvøksturin ávirkar innfluttu nøgdirnar. Eitt nú sær út til, at minni verður innflutt av byggitilfari, flutningsførum og vanligum nýtsluvørum, meðan nøgdin av tilfari til hav- og landbúnaðin ikki er minkað, hóast stórur prísvøkstur hevur verið seinasta árið.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – november 2021/2022
januar – november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 8.504,0 | 11.308,3 | 2.804,3 | 33,0 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 8.230,8 | 10.096,6 | 1.865,8 | 22,7 |
Til hav- og landbúnað | 579,1 | 783,2 | 204,1 | 35,2 |
Rávøra til fiskavirking | 568,3 | 657,9 | 89,5 | 15,8 |
Til byggivirki | 763,6 | 941,2 | 177,7 | 23,3 |
Til aðra framleiðslu | 1.871,9 | 2.287,1 | 415,3 | 22,2 |
Maskinur o.o. útgerð | 926,5 | 975,2 | 48,8 | 5,3 |
Brennievni o.t. | 1.210,7 | 2.118,9 | 908,1 | 75,0 |
Bilar o.o. flutningsfør | 505,6 | 509,3 | 3,7 | 0,7 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.805,1 | 1.823,9 | 18,7 | 1,0 |
Skip, flogfør o.t. | 273,2 | 1.211,7 | 938,5 | 343,5 |
Í november 2022 varð innflutt fyri 223 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald